22.05.2019

1. og 2. flokkur hagatúr

Týsdagin 21. mai vóru 1. og 2. flokkur ein túr uppi í haganum oman fyri skúlan. Vit gingu niðan Gerðabrekkuna og komu niðan á Heiðina. Men mjørkin lá nokk so langt oman, so vit fóru ikki so langt. Vit tóku eina mynd í/á einum bóli, og so spældu vit eina løtu í ánni sum rennur í Deyvhyl. Tá vit komu oman aftur úr haganum, spældu vit í ánni uppi í Odda. Har er stuttligt at vassa og kasta við gróti fyri at vita, hvør klárar at gera tað størsta spruttið.