29.05.2019

Komandi 1. flokkur á vitjan

Í dag (mikudagin 29. mai) hava vit havt vitjan av komandi 1. flokki og foreldrum teirra. Ímeðan foreldrini fingu góð ráð frá Birgit og Gunnvá, sum eru rokni- og lesivegleiðarar, vóru børnini í eina aðrari stovu, saman við Jón og Annu Rúnu, har tey millum annað hoyrdu søgu og sungu saman. Vit gleða okkum, til tey koma í skúla aftaná summarferiuna.