18.09.2019

EVNISVIKA Í SKÚLANUM

Í viku 40, t.e. frá 30. september til 4. Oktober, verður evnisvika í skúlanum. Evnið er Samfelagið.

Ætlanin er hesa vikuna, at vit fara at gera okkara egna samfelag í skúlanum, har vit hava fyritøkur og stovnar, sum framleiða vørur og tænastur av ymsum slag. Á fyritøkunum fara næmingarnir og starvsfólkini í skúlanum at arbeiða á alla vikuna. Eins og tað er í tí “rættiliga” samfelagnum, fáa tey, ið arbeiða, pengar fyri stríðið, sum tey so kunnu brúka í skúlasamfelagnum hesa vikuna.

Niðanfyri eru lýsingar eftir fólki til arbeiðsplássini umframt eitt oyðublað at søkja eftir.

Freistin at lata umsókn um starvs inn er fríggjamorgunin 20. september kl. 8.30. Umsóknin skal latast sum vanligt bræv í postkassan beint uttanfyri skrivstovuna í skúlanum ella við t-posti á: kol@skulin.fo

Vónandi fáa vit nógvar og góðar umsóknir