20.09.2019

Væleydnað brunavenjing

Brunavenjingin gekk væl. Tá brandlúðurin ljóðaði, fóru øll út í skúlagarðin. Rúmini mitt í skúlanum vórðu fylt við royki. øll skundaðu sær yvir til tølini, sum eru fest á garðin. Har bleiv kannað, um øll vóru komin út. Stutt eftir komu brandbilarnir ýlandi. Tá lærararnir høvdu talt næmingarnar, fóru teir niðan í ítróttarhøllina. Brunavenjingin var samstundis venjing hjá lærarum í fyrstuhjálp. 6 næmingar vóru eftir inni í bygninginum, og brandmenninir máttu inn at leita. Hesir næmingarnir fingu fyrstuhjálp í fimleikarhøllini. Aftaná var eftirmeting saman við brandmonnum og eygleiðara av fyrstuhjálp.