18.12.2019

Jólaveitsla í hádeild

Hósdagin var árliga jólaveitslan fyri næmingunum í hádeild. 9. flokkur skipaði fyri undirhaldi og spølum. Millum annað vórðu nógvar "ársins- virðislønir" latnar. Hetta er altíð eitt væl umtókt undirhald hjá næmingunum. Aftan á borðhaldið var myndaboksin á skrá. Her síggja tit nakrar av myndunum, sum vórðu tiknar hetta kvøldið.