24.02.2020

Fastalávintshald

Í dag hevur fastalávintshald verið í skúlanum. Nógvir næmingar høvdu gørt nógv burturúr, so tað var torført at velja bestu grýlurnar. Men veljast skuldi, og hesir næmingar vunnu: Ronja í 3. , Ró í 4. og Lea í 8. flokki. Silas í 2., Ísak í 3., Aaron og Daniel í 4., Elian í 8. og Dánjal í 9. flokki gjørdust kattakongar. Dagurin byrjaði við, at vit kvóðu. Síðani slerdu vit tunnu og høvdu kapping í togtogan. Seinast fingu øll fastalávintsbollar og sunkist.