19.03.2020

Lurta eftir søgum

Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum er nógv ymiskt at finna. Har eru millum annað søgur, sangir, barnaløtur, spurnarkappingin Orrustan og spøl. 

Hugnaligt er at lurta eftir søgum og sangum, ímeðan vit byggja lego og putlispøl, tá vit gera mat og alt møguligt annað.

Orrustan er eitt gott hugskot at hyggja eftir saman við familjuni og vita um vit kenna svarið, áðrenn børnini í sendingini svara.