26.04.2020

Frá SSP í samband við fjarundirvísing

 

Mynd krevur samtykki!

Góðu næmingar

Í hesum korona tíðum sita tit øll heima við hús  og móttaka talgilda frálæru til dømis umvegis  “Teams” e.l. Hetta er ein nýggj frálærastøða, sum krevur tíð at venja seg við. Nógv halda, at tað er “fínasta slag” ímeðan onnur eru meira ótrygg.

Fyri at øll kunnu kenna seg trygg við talgildu frálærustøðuna, vilja vit minna tykkum á týdningin av virðiligari og siðiligari framferð, so sum til dømis ikki at taka myndir ella film uttan samtykki.

Tit mugu minnast til, at “mynd krevur samtykki” og at tað er lógarbrot at deila myndir á netinum uttan samtykki.

SAMTYKKI skal gevast tvær ferðir og tað merkir, at tú bæði skalt hava SAMTYKKI fyri at taka myndina og SAMTYKKI fyri at deila myndina.

 

Vinaliga

SSP- samstarvið í Tórshavnar kommunu.