01.05.2020

Kunning nú skúlin verður meira opin

Sum kunnugt byrjaðu yngstu flokkarnir (1.-3. flokkur) í skúla aftur vikuna eftir páskir. Mánadagin 4. mai kemur 4. flokkur í skúla aftur, meðan 5. og 9. flokkur ávikavist koma aftur í skúla mánadagin 11. og 18. mei.

Skúlin fer framhaldandi at lúka krøvini um reinføri og at nóg mikið av plássi er til hvønn næming í flokshølunum, og onnur krøv í hesum sambandi.

Viðv. uppmøting í skúla er nú ásett, at allir næmingar skulu helst møta. Í teimum førum, har serligar umstøður gera seg galdandi hjá næmingum ella avvarðandi, skal skúlin fáa fráboðan frá foreldrunum.

Vit gleða okkum at síggja næmingarnar aftur í skúlanum!