20.05.2020

Komandi 1. flokkur á vitjan

Í gjár, vóru nøkur sera fitt børn og foreldur teirra og vitjaðu í skúlanum. Tey byrja í 1. flokki aftaná summarferiuna og Iris Johnsson verður flokslærari hjá teimum. Vit gleða okkum til at síggja tey aftur.