10.06.2020

Høvuðsvinningur til rørsludagbókina

Høvuðsvinningar til rørsludagbókina eru 3 gávukort frá JAB adventure fyri 4 fólk, sum kunnu fara við einum av túrunum runt Heystoynna ella Nólsoynna.

Eisini eru fleiri aðrir góðir vinningar, sum lutakast verður drigið um.

Treytin at vera við í lutakastinum er, at rørsludagbókin við í minsta lagi 1500 stigum er skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 17. juni.

Vit vóna, at luttøkan verður framúr góð:-)