12.06.2020

4. flokkur á seturskúla í Haldórsvík

10. juni fór 4. flokkur á seturskúla í Haldórsvík. Vit búðu í Avhaldshúsinum í tveir dagar. Haldórsvík er ein vøkur bygd við nógvum trøum og urtagørðum. Vit sóu eitt træ, sum eitur eldrunnur, men vit góvu tí navnið "koronatræið" tí blómurnar líktust koronavirus. Í Vík er ein sparkivøllur, og har stóð eisini ein trampolin, sum vit kundu brúka. Vit sóu heimalomb, dunnur, kaninir, hundar og kettur. Vit høvdu gott veður allar dagarnar, so vit svumu bæði á sjónum og í vøkru Kluftá. Vit sóu minnisvarðan, sum er reistur til minnis um tey, sum eru deyð á sjónum og av ólukku. Vit vóru inni í kirkjuni, sum er áttakantað. Tað eru bara 3 áttakantaðar kirkjur í kongaríkinum, segði Henry, sum fortaldi okkum alt um kirkjuna. Vit vóru eisini ein túr á sandinum í Tjørnuvík. Hetta vóru tveir sera góðir dagar, har vit hugnaðu okkum og fingu nógv at vita um bygdina.