09.10.2020

Vit taka epli upp

Hesa vikuna hava 4. og 6. flokkur og 1. og 2. flokkur verið í veltuni hjá skúlanum og tikið epli upp. . Saman við 1. og 2. flokki vóru eisini børn úr barnagarðinum. Hetta hava verið góðir og vakrir heystardagar. Vit vóna, at veðrið verður gott eftir heystfrítíðina, og tá fara aðrir flokkar at taka upp tey seinastu eplini.