22.10.2020

Uppstillingarfundur til skúlastýrið týskvøldið 27. okt. kl. 19.00

Týskvøldið 27. oktobur kl. 19.00 verður uppstilllingarfundur til skúlastýrið.

Á fundinum verður kunnað um tað, sum skúlastýrið tekst við. Harumframt kunnar formaðurin í valnevndini um skúlastýrisvalið 2020.

Eftir fundin er møguligt at gera valevnislistar til skúlastýrið. Valevnislistar við upp til 6 valevnum og 6 stillarum ella uppskot til valevni við stillara kunnu latast ella sendast til Jón Højsted, skúlastjóra og formann í valnevndini. Teldupostadressan er:  kol@skulin.fo .

Vallistarnir skulu vera valnevndini í hendi í seinasta lagi 3. november kl 12:00.

Sagt verður frá, at vallistar liggja frammi á skrivstovu skúlans. Øll, sum hava valrætt til skúlastýrið, standa á listanum.