31.10.2020

Skúlin 50 ár

Mánadagin 2. novembur eru 50 ár síðani núverandi skúli varð tikin í nýtslu. Dagin hátíðarhalda vit á skúlanum saman við næmingunum og starvsfólkunum.

Á skránni verður felags morgunmatur, skrúðgonga, heilsan frá borgarstjóranum, undirhald og sangur umframt góð máltíð á middegi.

Vit eru í skúla frá kl. 08.00 - 12.35.

Næmingarnir skulu ikki hava skúlatasku og matpakka við í skúla.

Vónandi fáa vit ein frálíka góðan og hugnaligan dag saman.