03.11.2020

Hátíðarhald á 50 ára degnum

Í dag hava vit hátíðarhildið, at skúlin er 50 ár. Vit kundu hugsað okkum at bjóða allari bygdini til hátíðarhald, men sum støðan er í dag við avmarkingum vegna korona, hava vit hátíðarhaldið dagin saman við næmingum og lærarum. Vit byrjaðu dagin við morgunmati í floksstovunum, har næmingarnir eisini fingu hvør sína blusu við búmerkinum á. Síðan gingu vit skrúðgongu úr gamal skúla við Sjógv og niðan í skúlan. Henda skrúðgonga varð eisini gjørd í 1970, og vit hildu, at tað var stuttligt at endurtaka hetta. Vit tóku eisini felagsmynd í skúlagarðinum. Í ítróttarhøllini hildu Jón Højsted, skúlastjóri og Annika Olsen, borgarstjóri røðu. Vit sungu eisini felagssang, sóu Jákup Davidsen framføra tricking, sum er eitt slag av fimleiki og Rógva Dam skemta og gykla fyri okkum. Í miðhøllina høvdu vit sangløtu, og Meinhard Ferjá Hansen bar fram røðu, sum hann og hini í næmingarráðnum høvdu skrivað. Tann seinasti parturin av hesum degnum fór fram á bókasavninum. Har fingu vit pitsa, sodavatn og ís úr ísmaskinu. Tá ið vit vóru liðug at eta, høvdu vit spurnakappingar. Hetta var ein sera góður og hugnaligur dagur.