14.04.2021

Komandi 1. flokkur

Vit hava havt vitjan av komandi 1. flokki. Tað serliga við hesum 1. flokki er, at hetta er ein dreingjaflokkur, fleiri dreingir og eingin genta. Hetta var ein hugnalig løta, har Jón, skúlastjórin, fortaldi ymiskt um skúlan. Foreldrini fingu eisini vitan um, hvussu tey sum best kundu stimbra børnini, áðrenn tey komu í skúla. Hesum tóku lesi- og roknivegleiðararnir, Gunnvá og Birgit sær av. Meðan foreldrini fingu hesa vitanina, fingu børnini søgu og hugnaðu sær saman við teirra komandi flokslærara, Arnar Dam. Vit eru spent at fáa tykkum í skúla í august.