29.04.2021

Felags foreldrafundur í skúlanum týskvøldið 4. mei kl. 19.00.

Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi í skúlanum týskvøldið 4. mei kl. 19.00.

Fundurin byrjar við, at Hallgrím Hansen, skúlastýrisformaður leggur fram ársfrágreiðing frá skúlastýrinum.

Eftir hetta hevur Rúna í Skála, lektari á Setrinum ein fyrilestur, sum snýr seg um samanspælið millum skúla og heim.

Innihaldið snýr seg um leiklutin hjá foreldrum í samband við skúlan, sum er nógv broyttur seinnu árini. Tað hevur stóran týdning fyri bæði trivnaðin og menningina hjá barninum, at skúli og heim hava álit á hvørjum øðrum. Familjur eru ymiskar, og øll foreldur og børn skulu kenna seg væl í skúlanum.

Drekkamuður verður at fáa.

Møtið fjølment!