21.05.2021

Rørsludagbókin 2021

Aftur í ár brúka vit rørsludagbók í skúlanum. Endamálið er, at vit røra okkum og samstundis telja stig. Vit skriva í bókina frá 19. mai til 16. juni. At súkkla gevur eisini stig, og tí plaga fleiri súkklur at vera á vegnum hesa tíðina. Tó er tað so, at fleiri børn tora illa út á vegin at súkkla, tí so nógvir bilar koyra á vegnum, og summir í skjótara lagi. Vit heita á bilførarar, um at ansa eftir børnunum, bæði teimum á súkklu og teimum til gongu.