31.05.2021

5. flokkur á seturskúla í Runavík

26. - 28. mai var 5. flokkur á seturskúla í skótahúsinum við Løkin í Runavík. Pápi Aaron, Rasmus, koyrdi okkum við bussi til Runavíkar, har vit settu viðførið av. Vit koyrdu síðani ein rundtúr fyrst til Rituvíkar, síðani til Æðuvíkar og so til Toftir, har vit vórðu sett av á Svangaskarði. Anna Rúna var ferðaleiðari á rundferðini við góðari hjálp frá Rasmus. Vit ótu matpakka og spældu eina góða løtu, áðrenn vit hildu leiðina til Løkin í Runavík til gongu. Veðrið var av tí allarfagrasta. Seinnapartin sólaðu vit okkum uttanfyri, áðrenn vit fingu pitabreyð til døgurða og køku omaná.

Hósdagin fingu vit køkumann frá Barbaru, sum fylti 12 ár. Hon fekk blátt ligretto frá flokkinum í føðingardagsgávu, eitt spæl henni dámar væl. Um morgunin høvdu vit postarenning runt vatnið. Á middegi ótu vit pizzaflute og kakumann. Seinnapartin fóru vit í Bylguna, har vit fingu góða undirvísing frá venjarum á staðnum og sluppu at royna ymiskt. Kjøtsuppa og flute var til døgurða og drekkamuður aftaná við teim mongu køkunum, næmingarnir høvdu við og nýbakaðum bollum. Fleiri dámdu væl at fáa havragrýn, mjólk og rosinir til morgunmat, og gularótstavirnir og agurkustavirnir vóru væl dámdir sum millummáltíð. Um kvøldið spældu vit kortspøl.

Fríggjamorgunin gingu vit ein túr yvir til tunnilsmunnan á Eysturoyartunlinum, áðrenn bussur kom eftir okkum og koyrdi okkum aftur til Kollafjarðar. Næmingarnir høvdu lisið væl uppá bygdirnar, og nú hava vit sæð Fríðrikskirkjuna á Toftun bæði úr Kollafirði við at líta yvirum og sæð hana á Toftun. Eisini hugdu vit yvirum til Streymoynna, meðan vit vóru á Toftun og tosaðu um, hvat vit sóu.