17.06.2021

6. flokkur dagstúr í Eysturoynni

Mánadagin var 6. flokkur ein túr í Eysturoynni. Tey koyrdu við bussi til Runavíkar, har tey hugdu eftir skúlaskipinum Georg Stage. Aftaná fóru tey at royna Bungee, sum var so stuttligt, at tey fingu næstan ikki afturhald. Aftaná tað, var farið til Leirvíkar at bovla og eta. Á vegnum til Leirvíkar, steðgaðu tey við Gøtugjógv og spældu í einum sera stuttligum spæliplássi. Tá tey komu heim aftur, hugnaðu tey sær í skúlanum í nakrar tímar. Ein sera góður dagur.