01.09.2021

Rennidagurin 3. sept 2021

Tann árligi rennidagurin hevur verið í dag. Vit hitaðu upp í skúlagarðinum. Tann fyrsti túrurin var norð í Sund og aftur til skúlan, sum er 5 km. Tann næsti túrurin var frá skúlanum og inn millum Bóla, sum eisini er 5 km. Tey flestu runnu 5 km, fleiri 10 km og nøkur runnu meira enn tað. Á málinum fingu vit frukt og djús. Veðrið var gott, og hetta var ein góður dagur.