28.02.2022

Føroyskur dansur - fastalávint 2022

Í dag hava vit havt tunnusláttur í skúlanum. Vit byrjaðu í miðhøllini við morgunsangi. Síðan var myndatøka. Genturnar í 7. og 8. flokki bjóðaðu næmingum at koma í evningstovuna at fáa andlitsmáling. Eftir fríkorterið fóru vit at dansa føroyskan dans og endaðu við at kvøða niðan í ítróttarhøllina, har tunnurnar hingu. Hvør deild hevði 2 tunnur, og tað gekk væl at fáa tunnurnar niður, to var onkur tunna, har tað tók nokkso langa tíð, men tað gekk. Kattakongarnir fingu gávukort, og tað fingu vakrastu/sermerktastu grýlurnar eisini. Her var torført at velja, tí her vóru so nógvar vakrar, serligar og spennandi grýlur at velja ímillum. Vit endaðu við togtogan, og síðan fóru øll í floksstovurnar at eta føstulávintsbollar. Hetta var ein góður dagur, har næmingar og lærarar vóru saman á ein annan hátt enn í dagligari undirvísing.