10.03.2022

Durita Restorff, heilsufrøðingur

Durita Restorff, hevur starvast sum heilsufrøðingur í Kollafjarðar skúla síðani aug 2021.

Heilsufrøðingurin bjóðar vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Umframt at gera funktiónskanningar, hevur heilsufrøðingurin eisini persónligar samrøður við barnið, eins og bólka- og floksundirvísing við ymiskum viðkomandi evnum.

Harumframt skal heilsufrøðingurin eygleiða heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum.

Um foreldur ynskja vegleiðing til eitt hvørt, eru tey vælkomin at ringja ella skriva til Duritu. Hon er á skúlanum týsdag ímillum kl 8.00 og 16.00

Tlf 562303 og teldupostadr. duritar@gigni.fo