01.04.2022

Hjálp til Ukraina - Børn hjálpa børnum

Í dag hevur 7. flokkur gjørt ymiskt handaligt, sum verður til sølu í komandi viku. Hósdagin 7. apríl kl. 16.00 fara næmingar at samla pengar inn til børn í Ukraina. Møguleiki verður at stuðla tiltakinum við at keypa ymiskt handaligt, sum næmingarnir hava gjørt. Eisini verður møguleiki at keypa smákøkur, páskaliljur, brúktar bøkur og leikur. Næmingarnir selja eisini kaffi, te og køku. Øll eru hjartaliga vælkomin. Innkomni peningurin verður sendur til Reyðakross.