06.09.2022

Túrur við Westward Ho - 6. flokkur

Í gjár var 6. flokkur fiskitúr við Westward Ho. Væl av foreldrum, ommum og abbum komu við á túrin, so tað var stak hugnaligt. Vit fóru av Havnini kl. 13.00 og vóru aftur kl. 17.00.

Vit vóru ikki komin langt frá landi, tá tað byrjaði at rulla. Tað sá einki serligt út, og nøkur høvdu hug at sleppa til lands aftur, men tað vardi ikki so leingi. Tað bleiv slættari og vit løgdu okkum vestanfyri Nólsoy at fiska. Tá gjørdist hugurin til at halda fram skjótt betri. Næmingarnir vóru sera ágrýtnir og raskir bæði at fiska og kryvja veiðuna.

Vit fingu 57 fiskar, men tað var akkurát ein fiskur ov lítið til at verða við í kappingini um at hava fiska flest fiskar.

Ørvar, sum hevði føðingardag, fekk tann serliga heiður at fiska ein høgguslokk, men hann taldi tíverri ikki við.

Øll vóru samd um, at túrurin, sum kanska byrjaði nakað harðliga, var framúr góður.