29.09.2022

Okkara Hannus 70 ár

Í dag - Mikkjalsmessudag - fyllir okkara Hannus (Jóhannus Johannesen) 70 ár.

Hannus hevur starvast sum húsavørður í Kollafjarðar skúla síðani 2006. Hannus møtir altíð til arbeiðis í góðum hýri. Hann er blíður, smílandi, mildur, vinarligur, fittur, røkin, sparin, og sigur aldrin eitt øvugt orð. Hóast hann fer stillisliga avstað, so avrikar hann nógv, og hann er altíð klárur við eini hjálpandi hond. Vit leggja best merki til hann, tá hann onkran dag hevur verið burtur, tí nógv av tí, sum hann ger, sær út til at henda av sær sjálvum.

Ein dagur, tá Hannus ikki er til arbeiðis, kundi sæð - og sær onkuntíð soleiðis út. Vit koma til stongdar dyr. Einki kaffi er á kannuni og uppvaskimaskinan er full. Sekkir av skrelli, sum lukta illa, standa í gongini og bíðaðu eftir at verða bornir út í bingjuna. Fleiri av okkum mundu gliðið uttanfyri, tí tað hevði kavað um náttina og onkur, sum gleið, gleið í ein seyðalort, sum lá í skúlagarðinum.

Tíbetur er tað sjálvdan, at slíkir dagar eru.

Hannus - vit eru sera takksom fyri títt trúðfesti og títt tol. Takk fyri alt, sum tú ert og gert fyri okkum. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við runda degnum og alt gott framyvir!