28.11.2022

Lesihugni í 3. flokki saman við 5. flokki

Í triðja flokki vóru vit so heppin tann eina morgunin, at 5. flokkur manglaði ein lærara. Tey í 5. blivu spurd, um tey høvdu hug til at lesa saman við okkum í 3. flokki. Tað vildu tey fegin. Næmingarnir blivu býttir upp í smáar bólkar við tveimum ella trimum næmingum í hvørjum, ein úr 5. flokki og ein ella tvey úr triðja. Hetta var sera hugaligt sum lærari at eygleiða – tey arbeiddu so væl saman. Og øll fingu roynt seg. Tá øll høvdu lisið, spældu vit eitt heilt serligt minnisspæl. Tveir næmingar skuldu venda “kortunum”, og hinir næmingarnir vóru kort. Tey vórðu parað tvey og tvey. Hvørt parið skuldi so semjast um onkra rørslu, sum tey skuldu gera, tá tey blivu vend. Hetta var stuttligt. Allir næmingarnir høvdu hug at gera hetta aftur, altso bæði at lesa saman og at spæla saman. Stuttligt at vera lærari, tá man hevur fittar og áhugaðir næmingar.