28.11.2022

Djóragarður í Kollafirði

Hava tit lisið nýggjasta Píka7? Akkurát hetta blaðið er ikki bara serligt fyri okkum í Kollafjarðar skúla, men er eisini áhugavert fyri alla bygdina og onnur, bæði børn og vaksin í Føroyum. Sylvia í 3. flokki myndar forsíðuna. Hon og mamman hava ein djóragarð. Greinin um djóragarðin og Sylviu er sera spennandi. Nógvar góðar myndir eru eisini av Sylviu, mammu hennara og djórunum. Øll børn í 1.-3. flokki hava fingið blaðið við til hús. Tey eldru kunnu vitja bókasavnið í skúlanum og lesa áhugaverda blaðið har. Eg havi hug at vitja djóragarðin - hevur tú?