23.10.2024

Vallisti til skúlastýrið liggur frammi á skrivstovu skúlans

Góðu foreldur og verjar

Vallistin til skúlastýrisvalið liggur á skrivstovu skúlans. Vallistin hevur yvirlit yvir tey foreldur, ið hava rætt at velja til skúlastýrið. Tey, sum vilja kanna, um tey eru á, kunnu venda sær til skrivstovuna. Hetta ber eisini til at kanna mánakvøldið 28. oktobur, tá ið uppstillingarfundur verður.

Seinasta freist at koma á vallistan, um tú ikki ert á honum frammanundan, er týsdagin 5. novembur.