13.12.2024
16.-20 desembur
Skrá til viku 51
Skráin 16.-20. desembur:
16.-18. des Mánadag, týsdag og mikudag eru evnisdagar á skrá. Høvuðsevnið er jól í ymsum londum. Næmingarnir arbeiða í bólkum í egnum toymi.
Skúlagongdin er frá 8.00 - 12.35 - Grunddeildarnæmingar fylgja tó egnari tímatalvu.
19. desembur er jólafest. Vit møta festklødd og í góðum hýri. Dagurin endar kl. 12.35
20. desembur fara vit í kirkju. Øll møta kl 8.00 og fara síðani saman í kirkju. Eftir kirkju verður farið í jólafrí.
Næmingar, sum ganga í frítíðarskúla kunnu fáa ansing í skúlanum til frítíðarskúlin letur upp. Nærri kunning í vikuætlanini.
Vit møtast eftir nýggjaár 2. januar kl. 8.00
Gleðilig jól og gott nýggjár