Ymiskt

Ferðafrásøgn 2023 úr Tanzania - familjan Jacobsen

Góðu tit. Hjartaliga takk fyri stuðulin, ið tit góvu okkum í sambandi við túrin til Tanzania í vár, har vit, Markus, Rakul, Liljan og Ólavur, vitjaðu felagsskapin NLO (nlo.dk). Liljan, Ólavur og Hanna (elsta dótturin) vitjaðu sama stað í Tanzania í ár 2000. Har var tá eingin skúli. Ólavur var tá við í tilgongdini at stovna skúlan, ið byrjaði í 2001. Skúlin hevur í dag yvir 800 næmingar í trimum deildum. Í 2021 keyptu tey síðani ein annan skúla, har tað nú ganga uml 150 næmingar. Tað var bæði stuttligt og rørandi at síggja ta stóru broyting, ið er farin fram hesi árini. Sjálvt um teir uttaru karmarnir ikki síggja líka gott út sum okkara, klára næmingarnir seg sera væl í tí sum vit kenna sum landsroynd, og liggur skúlin í topp 10 yvir alt landið. Tykkara hjálp gjørdi túrin eyka góðan, tí við tykkara stuðli gleddu tit bæði sera nógv børn og vaksin. Pengarnir vórðu brúktir til fótbóltsklæði og bóltar til børnini á skúlunum. Tey gleddu seg og sóu fram til at skipað fyri eini ordiligari fótbóltskapping. Eisini vitjaðu vit fýra familjur, ið vóru sera fátækar. Tey fingu ein stóran pakka við mati og sápu frá tykkum. Viðheftar eru myndir frá túrinum og tekstur er skrivaður undir myndirnar.

Eingin kann gera alt - men øll kunnu gera okkurt. Tit gjørdu stóran mun fyri hesi fólkini. Enn einaferð - stóra takk fyri stuðulin<3