17.03.2020

Góðu næmingar

Eitt gott hugskot, nú vit øll eru heima, sum er vert at hugsa um, er at beint uttanfyri er okkara vakra náttúra. Far ein túr í fjøruna og savna tær nakrar skeljar og gággur. Tað gevur íblástur til mangt og hvat. Her eru nøkur kveikjandi hugskot at gera nakað við hondum tykkara og kenna gleðina at skapa.