14.01.2019

Frá bókstavum til orð - les saman 7 til 10 ár

Tá ið barnið fer í skúla, lærir tað at seta bókstavir saman til orð. Men tað er bara ein partur av tí at læra at lesa. Ikki fyrr enn barnið skilir tað, sum tað lesur, dugir tað veruliga at lesa. Lat barnið lesa eina løtu hvønn dag ella so ofta sum gjørligt.

Sum foreldur kanst tú gera nógv fyri at stuðla barni tínum at gerast enn betri lesari. Tú kanst vekja forvitnið og lesigleðina hjá barni tínum. Lesing og skriving hava nógv at siga fyri, hvussu barnið klárar seg í skúlanum og víðari í lívinum, og lesing hevur gleði, nærveru, upplivingar og stuttleika alt lívið. 

Eitt stórt orðafeingi er ein av mest týðandi fortreytunum fyri at skilja ein tekst. Orðfeingi fært tú við at lesa og tosa um tað, tit lesa og við at tosa nógv við barnið. Sjey ára gamla barnið hevur eitt orðfeingi á 5000-7000 orð; ein seytjan ára gamal, sum ikki lesur, hevur eitt orðfeingi á 15.000-17.000 orð, meðan ein seytjan ára gamal, sum lesur, hevur meiri enn tvífalt so stórt orðfeingi. 

  • Lat lesiløtuna vera hugnaliga
  • Lat barnið velja tekstin ella bókina
  • Tosa um bókina, áðrenn tit fara undir at lesa hana
  • Tosa um permu, myndir og hvat tit halda, at bókin fer at snúgva seg um
  • Steðga á viðhvørt og tosa um tað, tit lesa; tosa um trupul orð og hugtøk
  • Set spurningar til tekstin og tosa um, hvat tit vænta fer at henda
  • Lat barnið lesa hart fyri tær og rætta minst møguligt
  • Tosa um søgan minnir um annað, tit hava lisið ella upplivað

Lesing heima

Tað er ein spennandi tíð, tá ið barn títt er í ferð við at læra at lesa. Tín uppgáva sum foreldur er at eggja til lesihug og at hava tað hugnaligt saman við barninum, meðan skúlans uppgáva er at menna førleikarnar at lesa. 

  • Halt fram at lesa fyri og saman við barninum, hóast tað dugir at lesa

Nógvar orsøkir kunnu vera til, at børn ikki vilja, tíma ella duga at lesa. Ein orsøk kann vera, at barnið hevur avmarkað vitan ella ov lítið orðfeingi, og tí kunnu summar bøkur tykjast ov truplar hjá barninum at lesa. Barnið kann eisini hava lesi- og skirvitrupulleikar. 

Tað er eingin háttur, ið hjálpir øllum børnum. Gongur tað striltið at lesa, er tað umráðandi at finna útav, hvørjir trupulleikarnir eru. Skúlin hevur ábyrgdina av at hjálpa barninum og laga undirvísingina til barnið. Men foreldur kunnu eisini gera nógv og skapa eina hugnaliga løtu, ið eggjar barninum til at lesa. 

Heldur tú, at barnið ikki hevur hug at lesa, kanst tú hugsa um hetta

  • Hevur barnið ilt við at savna seg, so gev barninum góðar umstøður at lesa
  • Er bókin ov trupul? Fyri at bókin skal vera á hóskandi støði, skal barnið klára at lesa flestu orðini uttan hjálp
  • Ikki noyða barnið at lesa meira enn tað klárar, ella longri enn tað orkar
  • Fyri summi børn eru faktabøkur fangandi; vel faktabók eftir áhugamálunum hjá barninum

Hvar finni eg bøkur og tilfar?

  • Lat barnið hava lætta atgongd til bøkur, og lat bøkur liggja frammi, har barnið er
  • Á bókasøvnum finnur tú nýggjar og góðar, gamlar bøkur umframt ljóðbøkur; ljóðbøkur eru góðar, tí tær byggja á skrivað mál, sum er ríkari enn talað mál
  • Ert tú limur í barnabókaklubbanum hjá BFL, fært tú 8 bøkur sendandi um árið. Sí bokaklubbin.fo
  • Les Píkasjey, sum er blað til børn í aldrinum 6-10 ár. Sí pikasjey.fo
  • Kuldakrákan er heimasíða fyri børn á kvf.fo; har ber til at lurta eftir søgum, sum eru lisnar í barnaútvarpinum. Sí kvf.fo (kuldakrákan)