14.01.2019

Orðfeingi og lesifatan - les saman, 10 ár og eldri

Kanska hugsar tú, at nú barn títt dugir at lesa, so er leyst og liðugt. Men lesing er ikki bara ein spurningur um at seta bókstavir saman til orð. Um barnið lesur hóskandi skjótt og væl og skilir tað, tað lesur, smittar tað yvir á læringina í øllum lærugreinum. Eins og tú bara lærir væl at svimja við at svimja nógv, lærir tú bara at lesa væl við at lesa nógv. Lesifatan er at samantvinna tað, tú veitst og skilir frammanundan við tað nýggja, tú lesur um í tekstinum. 

 

Tí hevur tað týdning, at barnið hevur stóra vitan um verðina, og her kanst tú sum foreldur hjálpa:

  • Lat barnið lesa nógv
  • Tosa nógv við barnið
  • Halt fram at lesa fyri barninum, hóast tað dugir at les! At lesa fyri barninum er avgjørt tað besta, tú kanst gera fyri at økja tilvitið um mál
  • Upplestur gevur hugna og góðar felags upplivingar

Vanliga megnar barnið um 10 ára aldur at lesa einfaldar tekstir. Tað hevur tó týdning, at tú framvegis lesur fyri barninum, soleiðis at tað hoyrir torskildari tekstir og um torskilt evni og á henda hátt mennir orðfeingið og fær góðar lesiupplivingar. 


Lesigleði

Lesing er ein ótømandi kelda til gleði, spenning, vitan og undirhald. Tað er ikki altíð so lætt at vekja lesigleði og leisáhuga, men sum foreldur kanst tú hjálpa barni tínum út frá tí, tú veitst um áhugamál, førleika og royndir hjá barninum. Við at lesa sjálv/ur ert tú eisini ein fyrimynd fyri barnið. 

Í bókum kann barnið lesa um ymiskar kenslur og tankar, fólk hava, og um støður ymisk fólk koma í. Hetta er ógvuliga mennandi og læruríkt, og barnið kann kenna seg sjálvt aftur og læra onnur at kenna. Barnið kann lesa um eym evni og tað, ið tað kanska ikki torir at spyrja ein vaksnan um. Barnið, sum lesur, fær ein ágóða, sum varir alt lívið. 

Hvar finni eg bøkur og tilfar?

  • Lat barnið hava lætta atgongd til bøkur, og lat bøkur liggja frammi, har barnið er. 
  • Á bókasøvnum finnur tú nýggjar og góðar, gamlar bøkur umframt ljóðbøkur; ljóðbøkur eru góðar, tí tær byggja á skrivað mál, sum er ríkari enn talað mál. 
  • Ert tú limur í barnabókaklubbanum hjá BFL, fært tú 8 bøkur sendandi um árið. Sí bokaklubbin.fo
  • Les Strok, sum er blað til børn í aldrinum 9-16 ár. Sí strok.fo
  • Kabbabøkur eru lættlesibøkur, ið eru góðar at venja lesiførleikan. Sí bfl.fo