12.02.2024

Fastalávint 2024

Í dag hevur verið fastalávintshald í skúlanum. Nógvar grýlur møttu í skúlanum í morgun. Dagurin byrjaði við morgunsangi og eini løtu í flokkunum áðrenn farið varð í miðhøllina at dansa føroyskan dans. Aftaná fóru øll niðan í ítróttarhøllina at sláa tunnu og togtogast. Dagurin endaði við, at børnini fingu fastalávintsbollar og sunkist. Takk til øll foreldur, sum bakaðu fastalávintsbollar til okkum.