18.04.2024

8. flokkur í Íslandi - 3. dagur

Næmingarnir vórðu vaktir klokkan gott 7.00, og eftir morgunmatin fóru vit at vitja skúlan, har í umleið 60 næmingar ganga. Vit høvdu avtalað at vera har kl. 8.30.

Okkara næmingar høvdu gjørt eina framløgu um Kollafjørð, sum tey høvdu fyri næmingunum í mið- og hádeildini á skúlanum. Framløgan var stak góð, og okkara næmingar dugdu sera væl at leggja fram.

Eldru íslendsku næmingarnir høvdu eisini fyrireikað eina skemtiliga framløgu fyri okkara næmingum, sum snúði seg um at greiða frá, hvørjir einstøku næmingarnir vóru í deildini.

Síðani sluppu okkara næmingar at fylgja við næmingunum í fríkorteri, og tá ið tey høvdu heimkunnleika, evning og tøknilæru.

Klokkan 11.00 stóð bussurin klárur, ið skuldi koyra okkum til Egilsstaðir, har vit fyrst fóru at vitja í útibaðilandinum Vøk - ein frálík vitjan. Eftir tað fóru vit í miðbýin í Egilstøðum at eta og keypa, áðrenn leiðin aftur gekk til Norrønu. Nøkur náddu á heilsa upp á Íslendsku vinfólkini aftur, áðrenn Norrøna loysti frá landi kl. 20.00.

Eftir at døguðin var etin vóru vit rættiliga lin, og tey flestu mundu sova væl áðrenn midnátt.