Roynd

Frymlar at brúka til royndina, liggja her

Leinki til netorðabøkurnar á Sprotanum liggur her

Royndarreglur

Uppmøting:

Næmingarnir skulu møta stundisliga - í seinasta lagi 10 minuttir áðrenn royndin byrjar. 

Fráboðast skal alt fyri eitt, um næmingurin er ov seinur. Hetta verður fráboða leiðslu skúlans (Jón tlf 211487 - Anna Rúna 221407), skrivstovuni tlf 302550 ella flokslæraranum. 

Royndarhaldið:

Friður skal vera í royndarhølinum, meðan royndin verður hildin. 

Næmingurin skal rætta hondina upp, um hann ynskir at spyrja um eitt hvørt, t.d. um neyðugt er at fara á wc.

Tað er ikki loyvt at tosa saman ella geva tekn ella á annan hátt samskifta við onnur, t.d. umvegis netið. Tað er ikki loyvt at hava ella brúka fartelefon í royndarhølinum. Fartelefonir skulu leggjast á ávíst stað. 

Brot á reglurnar hevur við sær, at næmingurin verður burturvístur. 

Tað er ikki loyvt at kopiera avrik, ið onnur hava gjørt. 

Amboð at brúka:

Næmingarnir skulu hava hesi amboð við sjálvir: skriviamboð, lineal, viskileður, passara og vinkulmátara. 

Skúlateldurnar verða nýttar, tá ið roynd er. Næmingar kunnu hava egi oyralurt at brúka til teldurnar. 

Til royndina eru øll hjálparamboð loyvd, tó er ikki loyvt at brúka lummaroknara til fimisroyndina í støddfrøði.