Heilsufrøðingur
Heilsufrøðingur, Durita Restorff
Durita Restorff er heilsufrøðingur í Kollafjarðar skúla.
Durita er at hitta á tlf nr 56 23 03 ella á telduposti duritar@gigni.fo
Hon er í skúlanum hvønn týsdag ímillum kl 8.00 og 16.00
---
Heilsufrøðingurin bjóðar vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Umframt at gera funktiónskanningar, hevur heilsufrøðingurin eisini persónligar samrøður við barnið, eins og bólka- og floksundirvísing við ymiskum viðkomandi evnum.
Harumframt skal heilsufrøðingurin eygleiða heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum.
Vegleiðing verður eisini veitt til foreldur og starvsfólk á skúlanum.
Meir er at lesa á heimasíðuni hjá Gigni - heilsufrøði til børn og ung á www.gigni.fo.