Tilbúgvingarætlan
Tilbúgvingarætlan um kreppa ella sorg rakar
Tilbúgvingarætlanin er ætlað leiðslu og starvsfólki skúlans, um næmingur ella starvsfólk verða rakt av álvarsligari sjúku, vanlukku, deyða ella hjúnaskilnaði1.
Tilbúgvingarætlanin er eitt amboð og ein vegleiðing. Avgerandi er, at vit eru tilvitað um, hvat vit siga og gera, um kreppa ella sorg rakar.
Ein, sum er komin í kreppu ella hevur sorg, kann gerast einsamallur, um viðkomandi ikki fær umsorgan ella stuðul, ella um tøgn valdar um hann. Vit eru øll medmenniskju, og ætlanin er, at vit skulu stuðla viðkomandi.
Skúlaleiðslan hevur høvuðsábyrgdina av, at øll starvsfólk kenna hesa tilbúgvingarætlan og arbeiða eftir henni. Somuleiðis er tað leiðslurnar ábyrgd, at henda ætlan verður viðgjørd hvørt ár á fyrsta námsfrøðiliga fundi og fyrsta skúlastýrisfundi í skúlaárinum.
Næmingur, ið verður álvarsliga sjúkur
- Skúlastjórin hevur ábyrgdina av at tosað verður við heimið.
- Skúlastjórin hevur ábyrgdina av, at starvsfólk, næmingar og heilsufrøðingur verða kunnað í samráð við tey avvarðandi.
- Flokslærarin hevur ábyrgd av, at flokkurin heldur samband við tann sjúka.
Starvsfólk, ið verður álvarsliga sjúkt
- Skúlastjórin kunnar starvsfólk um støðuna og gongdina í málinum í samráð við viðkomandi.
- Flokslærarin kunnar næmingarnar og foreldrini í tann mun, tørvur er á tí.
- Skúlastjórin heldur áfram at hava samband við viðkomandi ella avvarðandi hjá tí sjúka og kunnar um støðuna í samráð við viðkomandi.
Um næmingur ella starvsfólk doyr
- Skúlastjórin hevur ábyrgdina av, at starvsfólk og næmingar verða kunnað.
- Skúlastjórin metir um støðuna hjá starvsfólki/næmingi og veitir hjálp um neyðugt, t.d. sálarfrøðiliga ella vitjan av presti.
- Saman við skúlaleiðslu/flokstoymi metir flokslærarin um støðuna í flokkinum við atliti at møguligari hjálp.
Skúlastjórin tosar við familjuna. - Flaggið verður vundið á hálva stong.
- Minningarløta verður undir morgunsanginum.
- Skúlin/flokkurin sendir krans/heilsan til jarðarferðina.
- Starvsfólk eru við til jarðarferðina.
- Flokslærarin tosar við flokkin um tann, ið er farin.
- Minnistiltøk í flokkinum kunnu verða gjørd, og tá verða foreldur/avvarðandi hjá næmingunum í flokkinum kunnað um tað.
Um vanlukka hendir í skúlatíð - Skúlastjórin setir seg í samband við 112 og heimið
- Lærararnir ansa eftir, at børnini ikki fara hvør í sína ætt, men eru á øki skúlans, til nærri boð koma frá skúlastjóranum.
- Skúlastjórin kunnar starvsfólkið um, hvat hent er.
- Flokslærararnir kunna flokkarnar og boðar – um mett neyðugt – foreldrunum frá.
- Skúlastjórin metir um støðuna hjá starvsfólki og næmingum og veitir hjálp um neyðugt, t.d. sálarfrøðiliga.
- Kemur eldur í, verður gingið eftir brunafyriskipan skúlans.
Um foreldur ella næstu avvarðandi hjá næmingi verða rakt av álvarsamari sjúku, vanlukku ella deyða
- Starvsfólkini hava felags ábyrgd av at kunna skúlaleiðaran, um tilburðir av slíkum slagi frættast.
- Skúlastjórin metir um, nær og um neyðugt er at ringja til heimið og setir seg í samband við starvsfólk/lærarar hjá flokkinum.
- Skúlastjórin kunnar starvsfólkið.
- Missir næmingur avvarðandi ella foreldur í skúlatíð, verður næmingurin verandi í skúlanum til greitt er, hvat síðani hendir. Ábyrgdina hevur skúlastjórin ella flokslærarin. Lærari er um næmingin, til hann er í øðrum tryggum hondum.
- Um foreldur ella næstu avvarðandi doyggja, sendir skúlin heilsan.
- Flokslærarin kunnar floksfelagar um, hvussu teir kunnu stuðla næminginum í tíðini aftaná.
- Tá ið næmingurin kemur aftur í skúla, eigur flokslærarin at taka hond um næmingin og hava serligt eyga við næminginum fyrstu tíðina eftir hendingina. Megnar lærarin ikki hetta einsamallur, eigur viðkomandi at søkja sær hjálp/stuðul frá øðrum lærara.
Um næstu avvarðandi hjá starvsfólki verða rakt av álvarsamari sjúku, vanlukku ella deyða
- Missir starvsfelagi næstu avvarðandi í skúlatíð, skipar skúlastjórin soleiðis fyri, at viðkomandi fær umstøður í skúlanum at summa seg og at onkur er um viðkomandi.
- Í tann mun starvsfólkið vil/orkar og heldur vera neyðugt, verða starvsfelagar kunnaðir um støðuna.
- Starvsfelagar hava medábyrgd av at vera um viðkomandi.
- Flokkar verða kunnaðir um støðuna, um hetta verður hildið vera neyðugt.
Tá ið hjúnaskilnaður rakar foreldur/avvarðandi hjá næmingi
- Tá ið foreldur boða frá hjúnaskilnaði, eigur flokslærarin at vísa umsorgan fyri næminginum og hava serligt eyga við honum ta fyrstu tíðina.
- Flokslærarin vendir sær til heimið, um hann verður kunnaður um hjúnaskilnaðin frá øðrum parti enn foreldrum/avvarðandi sjálvum, um hann metir tað vera neyðugt við atliti til trivnaðin hjá næminginum.
- Flokslærarin kunnar heilsufrøðingin um støðuna, um skúlin hevur fingið samtykki til tess, og foreldrini ikki sjálvi gera tað.
- Skúlin kann vísa á sjálvhjálparbólkar til børn, sum eru rakt av hjúnaskilnaði.