Tilmælið um kost og matpakka
Tilmælið um kost og matpakka í skúlanum
Kollafjarðar skúli ásannar tann týdning, sum góður kostur hevur fyri menning og læru hjá børnum. Tískil tekur skúlin fult undir við almennu kostráðunum hjá fólkaheilsuráðnum.
Í skúlanum mæla vit tí til, at hetta sum meginregla sæst aftur í kostinum, sum næmingarnir fáa í skúlatíð – antin heimanífrá í matpakka ella tí kosti, ið skúlin borðreiðir við. Sjálvandi eru høvi av ymsum slag, har kostráðini verða sett til síðis.
Skúlin ásannar eisini, at tað eru foreldrini, sum hava ábyrgdina fyri kostinum, ið teirra barn fær heimanífrá.