Reglur og tilbúgving

Lesipolitikkur Kollafjarðar skúla

Lesipolitikkur Kollafjarðar skúla
 

Lesipolitikkurin í Kollafjarðar skúla rúmar mál, átaksøki, lesivegleiðarauppgávuna, eftirmeting og lesimennandi undirvísing.

Mál

Okkara mál er at:

taka felags tøk í skúlanum lesingini at frama
bøta um lesiførleikarnar hjá næmingunum og tískil eisini minka um talið av næmingum, ið hava tørv á serundirvísing
geva næmingunum eina góða og væl skipaða undirvísing, har lesihugur og lesigleði eru lyklaorð gjøgnum alla skúlagongdina
lesing er ein dagligur táttur í skúlans arbeiði
 Vit fara tí at leggja dent á:

 

at styrkja lesiáhugan hjá næmingunum og soleiðis eisini styrkja teirra lesihug
at eftirmeta lesingina javnan á øllum floksstigum
at skúlin brúkar tíð upp á lesing
at næmingarnir brúka tíð upp á lesing
at foreldur stuðla undir heimaarbeiðið og frílesingina hjá børnunum við hús
at undirvíst verður í fakligari lesing, sum verður brúkt í øllum bókligum lærugreinum í skúlanum
 

Átaksøki

Endamálið er at styrkja lesingina hjá næmingunum og at fyribyrgja serundirvísing. Hetta skal gerast við:

Kunning um málmenning fyri foreldrum at forskúlanæmingum
skipaðari lesiundirvísing í innskúlingini
uppdagandi skriving og málsligum uppmerksemi heilt frá forskúlanum
næmingalagaðari lesiundirvísing
foreldrakunning um lesimenningina í 1. flokki
at næmingar og foreldur verða tikin við í teimum eftirmetingum, ið javnan eru í sambandi við lesingina á skúlanum
Lesihugur

Endamálið er at eggja næmingunum til at lesa gjøgnum alla skúlagongdina. Vit ætla tí:

at brúka tíð til lesing við hús og í skúlanum - í skúlanum m.a. við skipaðum lesiløtum og lesiátøkum
at bókasavnið tekur stig til lesifremjandi tiltøk
at hava lesistimbrandi umhvørvi í flokkunum/deildunum
at skúlin alla tíðina hevur eitt gott, tíðarhóskandi og spennandi úrval av lesitilfari
Faklig lesing

Endamálið er at bøta um fakligu lesiførleikarnar hjá næmingunum í 1. – 9. flokki, soleiðis at næmingarnir gerast tilvitaðir um, at vit lesa á ymiskan hátt alt eftir, hvat endamálið við lesingini er.

Hetta hevur við sær, at:

undirvíst verður í øllum lærugreinum í nógvum ymiskum lesistratigium
undirvíst verður í, hvussu vit skipað kunnu læra ymiskar lesihættir 
læra at skriva notat - við hond og við teldu
Lesivegleiðarauppgávan

Uppgávan hjá lesivegleiðaranum er at seta lesiinnlæringina í hásæti. Hetta kann m.a. gerast við, at lesivegleiðarin:

stuðlar, ráðgevur og vegleiðir læraratoymunum í sambandi við lesi-/skrivimenning og eftirmeting
tekur sær av at kunna um úrslit av testum og fylgir við, hvat víðari hendir
hevur eyguni við teimum næmingum, ið eru serliga dugnaligir ella hava ilt við at læra at lesa og skriva
er við til at seta í verk átøk, sum fremja lesihug og lesigleði
er við í arbeiðinum at dagføra/eftirmeta ein lesipolitikk á skúlanum og er á henda hátt við til at skapa ein reyðan tráð í arbeiðinum at bøta um lesiførleikan hjá næmingunum
er við til at geva íblástur til nýtt tilfar og nýggjar undirvísingarhættir
er við í nøkrum undirvísingargongdum í fakligari lesing
stuðlar undir og vegleiðir læraranum í arbeiðinum við uppdagandi skriving í flokkinum
hjálpir føroysktlæraranum at meta um, hvussu langt hvør einstakur næmingur er komin í lesimenningini
setur seg inn í tað nýggjasta innan lesiátøk og kunnar føroysktlæraran um øki, hann heldur vera serliga viðkomandi
Serlærari/orðblindalærari í 1. 2. og 3. flokki

Serlærarin/orðblindalærarin skal stuðla føroysktlæraranum og vegleiða hann, tá talan er um undirvísing til heilt veikar næmingar.

Hann skal m.a.:

hava eyguni við teimum næmingum, ið eru fakliga serliga veikir
koma við uppskotum um, hvussu undirvísingin hóskandi kann fara fram og eigur eisini at verða við til at skipa fyri hesi undirvísing
vera við til at eftirmeta lesingina hjá hesum næmingum
Skúlabókasavnið

Átøk, undirvísing, upplestur, lesiringar, vitjanir

Eftirmeting

Gjøgnum alla skúlagongdina eru ymisk eftirmetingamboð, sum verða brúkt at kanna lesimenningina hjá næmingunum:

Eftirmetingartilfarið til Súluna í 1. og 2. flokki í januar/februar og í mai/juni
OL 64 í mai í 1. flokki og í novembur í 2. flokki (kann brúkast aftur at Súlueftirmetingunum)
OL 120 í mai í 2. flokki og í novembur í 3. flokki (kann brúkast aftur at Súlueftirmetingunum)
DVO (orðblindascreening) í oktobur í 3. flokki
SL 60 í mai í 3. flokki og í novembur í 4. flokki
SL 40 í mai í 4. flokki og í novembur í 5. flokki
Landsroynd í 4. flokki
Landsroynd í 6. flokki
ársroyndir í nov/des, februar og juni í 7. og 8. flokki
ársroyndir í nov/des og februar og próvtøka í mai juni í 9. flokki
Eftirmeting av virksemi skúlans í samband við lesipolitikkin verður gjørd í novembur og mars á hvørjum ári.

Hjálparamboð til lesiveikar næmingar

Næmingar, sum eru lesi- og skriviveikir, skulu kunna brúka KT í undirvísingini, antin við farteldu, teldli ella fartelefon. Tað skal eisini vera møguleiki hjá foreldrum at taka forrit niður á egna teldu.