Foreldraumboð

Foreldraumboð í 8. flokki 2024-2025

Jónleyg Hansen
Oddny H Olsen
Gunna við Neyst
Sóleyð Hansen

VIÐTØKUR FYRI FORELDRAUMBOÐ Í FLOKKUNUM

1. Foreldraumboðini hava til uppgávu at røkja áhugamál, sum kunnu verða børnunum, flokkinum og skúlanum at gagni.

2. Valið til foreldraumboð fer fram á foreldrafundi í flokkinum í september mánað á hvørjum ári.

3. Í minsta lagi foreldraumboð umboðandi tvey børn verða vald fyri hvønn flokk.

4. Foreldraumboð, sum fara frá, hava skyldu at kunna nývald um hesar viðtøkur og um uppgávuna sum foreldraumboð.

5. Foreldraumboðini eru millumlið millum skúlastýrið og foreldrini. Skúlastýrið samskiftir við foreldrini umvegis foreldraumboðini.

6. Foreldraumboð úr øllum flokkum luttaka á einum árligum felags fundi, sum foreldraumboðini í skúlastýrinum skipa fyri um heystið. Fast á skránni er gjøgnumgongd av meginreglum skúlans við atliti at viðmerkingum/uppskot til broytingar.

7. Foreldraumboðini viðgera ikki persónsmál. Persónsmál kunnu handast foreldraumboðum, sum bera tey víðari á rætta stað.

8. Foreldraumboðini hava til uppgávu at taka stig til tvey trivnaðartiltøk um árið t.d. hugnaløtur og felags máltíð, ítrivsløtur, har í minsta lagi annað er saman við foreldrunum.

9. Listi til tiltøk til íblástrar:

A. Felags náttúrutúrar(evt. grill við): niðan í Odda, fram til brunnarnar, niðan á Dylluna, á Kálvasand, Mjáuvøtn, Leynasand, svimja í fjøruni, á flot, súkklutúr
B. Í skúlanum (mgl. at brúka skúlans hentleikar og høli): Spæla spøl í fimleika-/ítróttahøllini, eta saman, spæla spøl í skúlagarðinum, filmskvøld, ítrivsløtur (smíð, handarbeiði, evning, tónleik e.a.)
C. Vitja arbeiðspláss hjá foreldrum
D. Gera felags floksreglur uttanfyri skúlatíð, t.d. fyri “útitíð”, føðingardøgum o.l.
E. Nýggir næmingar – serlig móttøka fyri teimum
F.  Gomul spøl, dansur og dansispæl
G. Vetrarspæl: skreiða og skoyta
H. Høgtíðir: Rulla egg, jólahugni. Annað: Biograf, bovla o.a.