Lesipolitikkur
Lesipolitikkur Kollafjarðar skúla
Lesipolitikkurin í Kollafjarðar skúla rúmar mál, átaksøki, lesivegleiðarauppgávuna, eftirmeting og lesimennandi undirvísing.
Mál
Okkara mál er at:
- taka felags tøk í skúlanum lesingini at frama
- bøta um lesiførleikarnar hjá næmingunum og tískil eisini minka um talið av næmingum, ið hava tørv á serundirvísing
- geva næmingunum eina góða og væl skipaða undirvísing, har lesihugur og lesigleði eru lyklaorð gjøgnum alla skúlagongdina
- lesing er ein dagligur táttur í skúlans arbeiði
Vit fara tí at leggja dent á:
- at styrkja lesiáhugan hjá næmingunum og soleiðis eisini styrkja teirra lesihug
- at eftirmeta lesingina javnan á øllum floksstigum
- at skúlin brúkar tíð upp á lesing
- at næmingarnir brúka tíð upp á lesing
- at foreldur stuðla undir heimaarbeiðið og frílesingina hjá børnunum við hús
- at undirvíst verður í fakligari lesing, sum verður brúkt í øllum bókligum lærugreinum í skúlanum
Átaksøki
Endamálið er at styrkja lesingina hjá næmingunum og at fyribyrgja serundirvísing. Hetta skal gerast við:
- Kunning um málmenning fyri foreldrum at forskúlanæmingum
- skipaðari lesiundirvísing í innskúlingini
- uppdagandi skriving og málsligum uppmerksemi heilt frá forskúlanum
- næmingalagaðari lesiundirvísing
- foreldrakunning um lesimenningina í 1. flokki
- at næmingar og foreldur verða tikin við í teimum eftirmetingum, ið javnan eru í sambandi við lesingina á skúlanum
Lesihugur
Endamálið er at eggja næmingunum til at lesa gjøgnum alla skúlagongdina. Vit ætla tí:
- at brúka tíð til lesing við hús og í skúlanum - í skúlanum m.a. við skipaðum lesiløtum og lesiátøkum
- at bókasavnið tekur stig til lesifremjandi tiltøk
- at hava lesistimbrandi umhvørvi í flokkunum/deildunum
- at skúlin alla tíðina hevur eitt gott, tíðarhóskandi og spennandi úrval av lesitilfari
Faklig lesing
Endamálið er at bøta um fakligu lesiførleikarnar hjá næmingunum í 1. – 9. flokki, soleiðis at næmingarnir gerast tilvitaðir um, at vit lesa á ymiskan hátt alt eftir, hvat endamálið við lesingini er.
Hetta hevur við sær, at:
- undirvíst verður í øllum lærugreinum í nógvum ymiskum lesistratigium
- undirvíst verður í, hvussu vit skipað kunnu læra ymiskar lesihættir
- læra at skriva notat - við hond og við teldu
Lesivegleiðarauppgávan
Uppgávan hjá lesivegleiðaranum er at seta lesiinnlæringina í hásæti. Hetta kann m.a. gerast við, at lesivegleiðarin:
- stuðlar, ráðgevur og vegleiðir læraratoymunum í sambandi við lesi-/skrivimenning og eftirmeting
- tekur sær av at kunna um úrslit av testum og fylgir við, hvat víðari hendir
- hevur eyguni við teimum næmingum, ið eru serliga dugnaligir ella hava ilt við at læra at lesa og skriva
- er við til at seta í verk átøk, sum fremja lesihug og lesigleði
- er við í arbeiðinum at dagføra/eftirmeta ein lesipolitikk á skúlanum og er á henda hátt við til at skapa ein reyðan tráð í arbeiðinum at bøta um lesiførleikan hjá næmingunum
- er við til at geva íblástur til nýtt tilfar og nýggjar undirvísingarhættir
- er við í nøkrum undirvísingargongdum í fakligari lesing
- stuðlar undir og vegleiðir læraranum í arbeiðinum við uppdagandi skriving í flokkinum
- hjálpir føroysktlæraranum at meta um, hvussu langt hvør einstakur næmingur er komin í lesimenningini
- setur seg inn í tað nýggjasta innan lesiátøk og kunnar føroysktlæraran um øki, hann heldur vera serliga viðkomandi
Serlærari/orðblindalærari í 1. 2. og 3. flokki
Serlærarin/orðblindalærarin skal stuðla føroysktlæraranum og vegleiða hann, tá talan er um undirvísing til heilt veikar næmingar.
Hann skal m.a.:
- hava eyguni við teimum næmingum, ið eru fakliga serliga veikir
- koma við uppskotum um, hvussu undirvísingin hóskandi kann fara fram og eigur eisini at verða við til at skipa fyri hesi undirvísing
- vera við til at eftirmeta lesingina hjá hesum næmingum
Skúlabókasavnið
Átøk, undirvísing, upplestur, lesiringar, vitjanir
Eftirmeting
Gjøgnum alla skúlagongdina eru ymisk eftirmetingamboð, sum verða brúkt at kanna lesimenningina hjá næmingunum:
- Eftirmetingartilfarið til Súluna í 1. og 2. flokki í januar/februar og í mai/juni
- OL 64 í mai í 1. flokki og í novembur í 2. flokki (kann brúkast aftur at Súlueftirmetingunum)
- OL 120 í mai í 2. flokki og í novembur í 3. flokki (kann brúkast aftur at Súlueftirmetingunum)
- DVO (orðblindascreening) í oktobur í 3. flokki
- SL 60 í mai í 3. flokki og í novembur í 4. flokki
- SL 40 í mai í 4. flokki og í novembur í 5. flokki
- Landsroynd í 4. flokki
- Landsroynd í 6. flokki
- ársroyndir í nov/des, februar og juni í 7. og 8. flokki
- ársroyndir í nov/des og februar og próvtøka í mai juni í 9. flokki
Eftirmeting av virksemi skúlans í samband við lesipolitikkin verður gjørd í novembur og mars á hvørjum ári.
Hjálparamboð til lesiveikar næmingar
Næmingar, sum eru lesi- og skriviveikir, skulu kunna brúka KT í undirvísingini, antin við farteldu, teldli ella fartelefon. Tað skal eisini vera møguleiki hjá foreldrum at taka forrit niður á egna teldu.