Meginreglur

 

Meginreglur um virksemi Kollafjarðar skúla

 

Sambært § 53. ásetur skúlastýrið meginreglur um virksemi skúlans, smb. § 55, 4. stk., herímillum um:

 

  1. undirvísingarætlan skúlans, smb. § 22,
  2. arbeiðsbýtið millum lærararnar og vikuætlanina
  3. samarbeiðið ímillum skúla og heim,
  4. fráboðan til heimini um úrtøku næminganna av undirvísingini,
  5. næmingafráverur,
  6. foreldrafundir, felags tiltøk fyri næmingarnar í skúlatíðini, setursskúla, starvspraktikk o.a.

 

1.   Meginreglur fyri undirvísingarætlan skúlans

Leiðsla skúlans tekur sær av hesum máli.


2.  Meginreglur fyri arbeiðsbýtið millum lærararnar og vikuætlanina

Leiðsla skúlans tekur sær av hesum máli. Tó kann sigast fylgjandi um arbeiðsbýtið:

Lærari undirvísir so vítt gjørligt í sínum linjulærugreinum

Flokslærarin er inni í sínum flokki so vítt gjørligt 4 dagar um vikuna – tó í minsta lagi 3 dagar

Skúlin er skipaður í toymi:

  • Grunddeild: (1., 2. og 3. flokkur)
  • Miðdeild: (4., 5. og 6. flokkur)
  • Hádeild: (7., 8. og 9. flokkur)

Miðað verður eftir, at toymini eru sjálvstøðug. Lærarin hoyrir til eitt toymi (høvuðsarbeiðstíð), men kann arbeiða í øðrum deildum

Toymini eru so vítt møguligt samansett soleiðis, at bæði kynini eru umboðað, samstundis sum starvsaldurin er ymiskur

Skúlagongdin byrjar kl. 8.00

Morgunsangur er hvønn morgun frá kl. 9.20 – 9.30

Flokkar hava samanhangandi tímatalvu soleiðis, at flokkurin ikki hevur glopp í tímatalvuni

Skipað verður fyri undirvísingartilgongdum, har samstarvað verður tvørtur um flokkar og lærugreinir

Evnisvika verður fyriskipað fyri øllum skúlanum í minsta lagi annað hvørt ár

Skipan av skúladegnum:

  • 1. tími 08.00 – 08.45
  • 2. tími 08.45 – 09.30
  • Fríkorter 09.30 – 9.50
  • 3. tími 09.50 – 10.35
  • 4. tími 10.35 – 11.20
  • Matarsteðgur + fríkorter 11.20 – 11.50
  • 5. tími 11.50 – 12.35
  • 6. tími 12.35 – 13.20
  • Fríkorter 13.20 – 13.30
  • 7. tími 13.30 – 14.15
  • 8. tími 14.15 – 15.00

 

3. Meginreglur fyri samarbeiðið ímillum skúla og heim

Toymini skipa fyri felags foreldrafundi í hvørjari deild sær í august/septembur

Foreldraumboðini í skúlastýrinum eru við á fyrsta felags foreldrafundinum við foreldur/verjar at næmingum í 1. flokki. Hesin partur av fundinum snýr seg m.a. um týdningin av samstarvinum millum skúla og heim

Tvær viðtalur eru – tann fyrra fyri 1. novembur. og tann seinna í februar, har foreldur/verjar møta til viðtalu. Næmingurin kann vera við til viðtalurnar ella partar av teimum. Seinna viðtalan verður skipað eftir tørvi. Bæði foreldur, næmingur og skúli kunnu biðja um viðtalu. Flokslærarin hjá flokkinum hevur ábyrgdina av viðtalunum

Lærarin letur leiðsluni ársætlan við skúlaársbyrjan, tó í seinasta lagi 15. septembur. Ynskja foreldur/verjar avrit av ársætlanum, ber til at fáa avrit av teimum

Heimasíðan og aðrar samskiftisskipanir verða nýttar til dagligt samskifti

Skúlin fær teldupostadressu og fartelefonnummar hjá øllum foreldrum/verjum

Í minsta lagi tvey foreldraumboð verða vald fyri hvønn flokk frá 1. til 6. flokk. Í hádeildini kunnu foreldraumboð eisini verða vald. Foreldraumboðini í skúlastýrinum skipa fyri felags fundi við valdu foreldraumboðini hvørt ár 

Skúlastýrið skipar fyri einum felags foreldrafundi (vanliga í januar/februar) og einum fundi við starvsfólk skúlans um árið (vanliga um várið).

 

4. Meginreglur fyri fráboðan til heimini um úrtøku næminganna av undirvísingini

 

Á viðtalum kunna lærarar um fakliga støðið, arbeiðslagið og um, hvussu næmingurin trívist

Støðumetisskjal verður latið frá 7. flokki, tvær til tríggjar ferðir um árið

4. og 6. flokkur eru til landsroynd. Heimini verða kunnað um úrslitið hjá sínum barni

Skúlin roynir støðugt at tryggja, at næmingarnir fáa hóskandi fakligar avbjóðingar, og at tey trívast og mennast sosialt. Gongdin hjá teimum verður umrødd á foreldraviðtalum og á næmingasamrøðum

 

5. Meginreglur fyri næmingafráverur

 

Uppmøtingin verður skrásett leypandi. Leiðsla skúlans og flokslærararnir fylgja støðugt við gongdini, t.d. í samband við at støðumetini verða latin. Til viðtalurnar verður uppmøtingin viðgjørd

Er næmingur burtur, skal antin umbøn um frítøku koma til skúlan ella skrivlig frágreiðing um fráveruna latast skúlanum

Um ov nógv frávera er, tekur flokslærarin og/ella skúlans leiðsla sær av málinum sambært mannagongd um fráverur hjá skúlanum

 

6. Meginreglur fyri foreldrafundir, felags tiltøk fyri næmingarnar í skúlatíðini, seturskúla, starvspraktikk o.a.

Innskriving í komandi 1. flokk er í januar mánaði sama ár, næmingarnir fara í skúla

Skúlin skal bjóða børnunum, sum skulu í 1. flokk í skúlan minst eina ferð fyri summarfrítíðina – helst í mai mánaði

Foreldrafundir og viðtalur í skúlaárinum verða fyriskipað, sum nevnt omanfyri.

Skúlin skipar fyri:

  • rennidegi í august/septembur
  • jólahaldi
  • føstulávintshaldi
  • árligari brunavenjing
  • minst einari felags útferð fyri øllum næmingum skúlans um árið

Næmingar í 2. til 8. flokk sleppa á seturskúla eina ferð um árið. Tveir lærarar fara við hvørjum flokki á seturskúla – helst ein av hvørjum kyni

Næmingaráð verður valt á hvørjum ári – eitt fyri yngru næmingarnar, t.e. 1.- 4. flokk og eitt fyri eldru næmingarnar, t.e. 5.- 9. flokk. Tvey umboð verða vald úr hvørjum flokki. AKT- lærarin hevur ábyrgdina av næmingaráðunum

Skúlin fyriskipar kunnandi tiltak fyri næmingum og foreldrum/verjum um komandi próvtøkuna og um møguleikar fyri framtíðar skúlagongd hjá 9. flokki í februar/mars mánaði

Næmingarnir fara í starvsvenjing í 14 dagar í 9. flokki

 

7. Trivnaðarætlan skúlans

Skúlin hevur eina trivnaðarætlan, sum liggur á heimasíðu skúlans kol.fo. Skúlin skal støðugt tryggja, at trivnaðarætlanin lýkur tey myndugleikakrøv, ið vera sett til eina slíka

Skúlin og skúlastýrið endurskoða trivnaðarætlanina annaðhvørt ár

SKILHALDSREGLUR

Endurskoðað apríl 2025

Við skúladagsbyrjan

Húsavørurin letur skúlastovurnar upp í hádeild, áðrenn næmingarnir møta.

 

Morgunsangurin

Lærararnir koma í Miðhøllina við sínum flokki og standa hjá flokkinum, meðan morgunsangurin er. Lærarin syrgir fyri, at flokkurin stendur friðarligur og klárur til morgunsangin kl. 9.20

 

Fríkorterini

  • Allir næmingar í grund- og miðdeild skulu út í skúlagarðin.
  • Um eingin onnur avtala er gjørd, eru allar vaktir, sum standa á listanum, ímillum børnini.
  • Lærararnir syrgja fyri, at flokkurin, teir hava havt, fer út úr skúlastovuni og heilt út í garðin.
  • Er veðrið ov ringt, verða fimleika- og ítróttarhøllin latnar upp. Tann, ið hevur morgunsangin ger av, hvørt farið verður út ella ikki!
  • Vaktirnar, sum hoyra til toymini fylgja við flokkunum og tosa sínámillum um, hvar tær skulu vera.
  • Yvirlit vísir, hvat øki inni (t.d. fimleika- ella ítróttarhøll) ella úti (t.d. sparkivøllur) deildirnar hava rætt at vera í fríkorterinum.
  • Matarsteðgurin liggur afturat 4. tíma.
  • Í fimleikahøllini sleppur eingin upp í vindeygakarmin ella upp í rimarnar at sita.
  • Spæliliðið er saman við grunddeildini í 8 vikur um heystið og 8 um várið. Yvirlit vísir nær hvørjar dagar spæliliðið er. Tá ið spæliliðið er inni, hevur tað framíhjárætt at brúka fimleikahøllina.
  • Flokkarnir skulu sum meginregla vera í egnari deild ella í bókasavninum (miðhøllini), um tey eru friðarlig.
  • Um ófriður er, vera næmingarnir vístir útum at vera.
  • Tað er ikki loyvt at renna ella at spæla bólt inni (hallirnar undantiknar).
  • Miðhøllin kann brúkast til friðarligt spæl, sum ikki er til ampa fyri onnur ella innbúgv.
  • Næmingar hava ikki loyvi at brúka teldur skúlans, uttan loyvi er givið frá lærara.
  • Næmingar hava ikki loyvi (uttan avtalu við lærara) at hava fartelefon tendraða í skúlatíðini – hvørki í tíma ella í fríkorteri.
  • Hevur næmingur telefon við í skúla, skal hon liggja sløkt ella í flogstøðu í skúlataskuni. Í hádeildini leggja næmingarnir telefonirnar frá sær í skáp til endamálið.
  • Skúlin tekur sær onga ábyrgd av telefonum, teldum og øðrum, sum næmingar velja at taka við í skúla.
  • Næmingar í hádeildini hava inniloyvi við ábyrgd og sleppa út um skúlans øki 2. fríkorter mánadag og 1. fríkorter fríggjadag.