Trivnaðarætlan

Trivnaðarætlan


Kollafjarðar skúli hevur eina góðkenda trivnaðarætlan fyri skúlan, sum áhaldandi verður endurskoðað. Tað er skylda skúlans at arbeiða eftir ásetingunum í trivnaðarætlanini.

Endamál

Endamálið við trivnaðarætlanini er at skapa eina mentan, har øll í Kollafjarðar skúla kenna seg væl, eru trygg og trívast. Skúlin góðtekur á ongan hátt, at ágangur – happing – verður framd móti nøkrum í skúlanum – hvørki næmingum ella starvsfólki.

 Málið er, at øll:

 - kenna seg trygg og tora at gera vart við ágang.

 - eru við til at ávirka góða trivnaðin í skúlanum og kenna ábyrgd fyri hvørjum øðrum.

 - tora at steðga ágangi ella at boða frá, um onkur er fyri ágangi.

Ábyrgd og leiklutir

Tað er álagt øllum í skúlanum at taka trivnaðararbeiðið og møguligan ágang í skúlanum í størsta álvara.

Leiðslan:

Leiðslan í skúlanum hevur ábyrgdina av, at skúlin áhaldandi hevur eitt virkið trivnaðararbeiði. 

Leiðslan syrgir fyri, at karmarnir viðvíkjandi ábyrgd og uppgávum eru greiðir. Leiðslan skal vera við til at endurskoða trivnaðararbeiðið. Hetta verður gjørt eftir tørvi, men á hvørjum ári í apríl mánaði luttekur leiðslan saman við AKT-læraranum á einum felags fundi, sum hevur til endamáls at viðgera trivnaðararbeiðið sum heild, koma við møguligari nýggjari kunning á økinum og at endurskoða trivnaðarætlanina. 

Leiðslan tryggjar, at starvsfólkið er væl kunnað um trivnaðararbeiðið í skúlanum. Leiðslan hevur trivnaðararbeiðið á skrá á námsfrøðiligum fundum í minsta lagi 2 ferðir um árið – á fyrsta námsfrøðiligum fundi eftir summarfrítíðina og á námsfrøðiligum fundi í apríl, har trivnaðararbeiðið og –ætlanin verða endurskoðað. 

AKT-lærarin:

AKT-lærarin skal vera virkin innan trivnaðarøkið í skúlanum, m.a. við at vísa á viðkomandi tilfar og at virka sum ráðgevi hjá starvsfeløgunum og leiðsluni umframt heimunum eftir tørvi. Harafturat skal hann vera við til at loysa mál, sum hava við mistrivnað at gera. Um uppgávurnar hjá AKT-læraranum, og nær hesar vera framdar, verður víst til kunngerð um AKT.

AKT-lærarin skal á hvørjum ári í apríl mánað taka stig til fund at viðgerða trivnaðararbeiðið í skúlanum sum heild, koma við møguligari nýggjari kunning á økinum og at endurskoða hesa trivnaðarætlanina. Leiðslan luttekur á fundinum.

Flokslærarin:

Flokslærarin hevur ábyrgdina av trivnaðararbeiðinum í sínum flokki og skal samskifta og samstarva við allar viðkomandi partar.

Sum part av trivnaðararbeiðinum skal flokslærarin hava floksfund - sum meginregla í minsta lagi 15-20 minuttir aðru hvørja viku ella eftir tørvi. Endamálið við fundinum er at fremja eina góða floksmentan og at fyribyrgja, at henda mentan fer út av lagi.

Flokslærarin skal eisini, sum part av trivnaðararbeiðinum hava næmingasamrøður, og hesar skulu hava verið hildnar í seinasta lagi í januar. Flokslærarin fráboðar á Vitaneti í hvørjum tíðarskeiði næmingasamrøðurnar verða hildnar í sínum flokki.

Arbeiðið verður gjørt í samráð við hinar lærararnar, sum hava flokkin. Flokslærarin viðger eisini evnið á fyrsta felags foreldrafundi eftir summarfrítíðina. Á hesum fundi skal flokslærarin í grund og miðdeildini syrgja fyri at foreldur at trimum næmingum vera vald í tvivnaðarbólk. Hesin bólkur skal sita eitt skúlaár. Hetta er ikki krav til hádeildina.

Lærarin:

Allir lærararnir skulu samsvarandi hesi tilbúgvingarætlan taka virknan lut í trivnaðararbeiðinum í flokkunum og í skúlanum sum heild.

Næmingarnir:

Skúlin væntar av næmingunum, at teir vísa virðiligan atburð og eru við at skapa góðan trivnað. Eisini væntar skúlin, at næmingarnir taka ábyrgd, um teir gerast varugir við ágang ella mistrivnað í skúlanum.

Foreldrini:

Skúlin væntar av foreldrunum, at tey eru virkin í trivnaðararbeiðinum í flokkinum. 

Tað áliggur foreldrunum at møta til allar foreldraviðtalur og felags foreldrafundir. Ynskiligt er eisini, at foreldrini møta til øll onnur tiltøk, sum eru stílað til teirra.

Foreldrini skulu vita, at teirra hugburður og luttøka hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá næminginum og flokkinum sum heild.

Trivnaðararbeiðið

Við hesi ætlan verður staðfest, at skúlin skal leggja dent á eitt virkið trivnaðararbeiði í skúlanum, soleiðis at tann góða mentanin støðugt verður varðveitt.

Hetta merkir, at allir flokkarnir støðugt arbeiða við trivnaðinum hjá tí einstaka, hjá flokkinum og skúlanum sum heild. 

Verður staðfest, at onkur næmingur í skúlanum ikki trívist, hevur tann einstaki, ið gerst varugur við tað, skyldu at boða flokslæraranum frá hesum umframt at kunna leiðsluna um málið, um tað verður mett neyðugt. 

Tá ið nýggir næmingar koma í flokkin, vita vit, at flokkurin allur verður ávirkaður. Ein serlig ábyrgd liggur á flokslæraranum – saman við hinum lærarunum – at arbeiða aktivt fyri, at nýggi næmingurin fer at trívast saman við flokkinum. Sama ábyrgd er galdandi fyri leiðslu skúlans, tá ið nýggj starvsfólk koma í starv.

Dagliga trivnaðararbeiðið

Í trivnaðararbeiðinum í skúlanum hevur arbeiðið í flokkinum avgerandi týdning. Dentur verður lagdur á hetta longu frá fyrsta degi. Flokslærarin og hinir lærarar floksins skipa fyri tiltøkum og tosa við flokkin um evni, sum hava við trivnað og ágang at gera.

Lærarin skal eggja næmingunum til at hjálpa hvør øðrum, og at siga lærarunum frá, um tey sjálvi ella onnur ikki trívast ella eru fyri ágangi í skúlanum.

Flokslærarin skal seta fasta tíð av at skipa floksfundir, sí omanfyri, har trivnaðurin í flokkinum og onnur viðkomandi evni verða viðgjørd. Er tørvur á tí, kunnu fleiri fundir haldast. AKT lærarin skal, um tørvur er á tí, veita flokslæraranum hjálp at fyriskipa og fremja floksfundirnar fyrstu tíðina.

Tá ið fríkorter er, skulu lærararnir, ið hava garðvakt, altíð vera millum næmingarnar, soleiðis at teir kunnu eygleiða og hjálpa næmingunum, um tað er neyðugt.

Skúlin hevur sum fastan tátt at kunna foreldrini um skúlans trivnaðararbeiði. Kunnað verður um, hvat skúlin ítøkiliga ger á økinum, og hvat skúlin ynskir/væntar, at foreldrini gera í hesum sambandi. Eisini verður heitt á foreldrini um at boða frá hjá flokslæraranum, um tey vita, at teirra ella annað barn í skúlanum ikki trívist ella er fyri ágangi í skúlatíðini.

Flokslærarin hevur skyldu at steðga ágangi beinanvegin, finna eina nøktandi loysn – møguliga í samráð við hinar lærarar floksins, AKT-læraran og foreldur – umframt at fylgja málinum upp. Flokslærarin kunnar leiðsluna um gongdina.

Sami leistur er galdandi fyri ágangi á starvsfólk annars, men tá áliggur tað leiðsluni og/ella álitisfólkinum at greiða málið.

Henda kunning fer fram á fyrsta felags foreldrafundi á hvørjum skúlaári. Gjørt verður serliga burtur úr nevndu kunning til felags foreldrafundin hjá 1. flokki.

Foreldur hava ábyrgd av at loysa trupulleikar millum børn, sum henda uttan fyri skúlatíð. Fær flokslærari varhuga av ella vitan um, at næmingar í flokkinum ikki trívast orsaka av onkrum, sum er hent uttan fyri skúlatíð, vendir hann sær beinanvegin til viðkomandi foreldur, sum verða biðin um at loysa trupulleikan. Skúlin kann vera við til at loysa trupulleikan.

Næmingasamrøður 

Skipað verður á hvørjum ári fyri næmingasamrøðum við allar næmingar skúlans. Samrøðurnar hava til endamáls at virka fyri góðum trivnaði og at fáa kunnleika um viðurskifti, sum ikki eru í lagi trivnaðarliga.

Samrøðurnar eru við hvønn einstakan næming og verða gjørdar eftir vegleiðandi samrøðuskema, sum er viðheft.

Tað er flokslærarin, sum hevur næmingasamrøðurnar. Samrøðurnar eru í trúnaði millum næming og flokslærara, men sjálvandi er tað galdandi, at foreldrini altíð kunnu fáa fullan kunnleika og innlit í samrøðuna frá antin næminginum ella flokslæraranum.

Grundað á samrøðurnar, metir lærarin, um næmingurin trívist ella ikki. Metir lærarin, at næmingurin ikki trívist, skal hann beinanvegin taka neyðug stig at loysa trupulleikan. Kemur mistrivnaðurin av ágangi, happing ella líknandi, verða stig tikin at steðga hesum alt fyri eitt, sí framferðarháttin niðanfyri.

 

Mannagongd, tá ágangur ella happing er staðfest

Verður staðfest, at happing er í skúlanum, skal skúlin beinanvegin fara í holt við at steðga hesum.

Umráðandi er, at allir lærararnir, ið hava viðkomandi flokk/flokkar, luttaka í arbeiðinum við at loysa happingina, soleiðis at bæði næmingar og lærarar greitt vita, hvat avtalað verður. Um tað verður mett neyðugt, verður leiðslan kunnað um málið og tikin beinleiðis við í arbeiðið at loysa tað.

Alt eftir, hvussu álvarsamt málið verður mett at vera, verður mannagongdin at loysa málið vald: 

Stigini eru í høvuðsheitum hesi:

1. Avmarkaður ágangur/happing:

Flokslærarin tekur málið upp við tann/tey, sum hava framt ágang og tann/tey, sum hava verið fyri áganginum/happingini. Endamálið er, at ágangurin beinanvegin heldur uppat. Avtala um hetta verður gjørd. Flokslærarin kunnar foreldrini um málið. Somuleiðis vera hinir lærararnir í flokkinum kunnaðir

Flokslærarin fylgir við gongdini í málinum framyvir.

2. Meira álvarsligur ágangur/happing:

Flokslærarin (evt. saman við hinum lærarunum/leiðsluni) tekur málið upp við tann/tey, sum hava framt ágang og tann/tey, sum hava verið fyri áganginum. Endamálið er, at ágangurin beinanvegin heldur uppat. Avtala um hetta verður gjørd. Foreldrini hjá tí/teimum, ið hava framt ágangin (næmingurin eigur sum meginregla at vera við til fundin) verða biðin um at koma á fund um málið at fáa tað avgreitt. Flokslærarin (evt. saman við hinum lærarunum/leiðsluni) luttekur á fundinum. Fundarfrásøgn verður skrivað.

Flokslærarin fylgir við gongdini í málinum framyvir.

3. Álvarsligur og/ella áhaldandi ágangur/happing:

Flokslærarin saman við leiðsluni (evt. saman við hinum lærarunum) tekur málið upp við tann/tey, sum hava framt ágang og tann/tey, sum hava verið fyri áganginum. Foreldrini hjá tí/teimum, ið hava framt ágangin verða biðin um at koma á fund um málið beinanvegin (næmingurin eigur sum meginregla at vera við til fundin). Endamálið er at seta øll inn í málið, avtala fylgjur, og hvussu málið sum heild verður avgreitt, eitt nú um sosialir myndugleikar eiga at vera partur av at loysa málið. Fundarfrásøgn verður skrivað.

Flokslærarin og leiðslan fylgir við gongdini í málinum framyvir.

Næstu tíðina í flokkinum:

Alt eftir, hvussu álvarsamt málið verður mett at vera, verða uppfylgjandi floksfundir hildnir.

Endamálið við fundunum er at gera flokkin varugan við ta góðu mentanina, sum skal vera í skúlanum og í flokkinum. Dentur verður lagdur á teirra leiklut í mun til hendingina, hvat kundi verið gjørt øðrvísi og ikki minst geva teimum amboð og førleikar sum fyribyrgja, at slíkt endurtekur seg.

Viðkomandi tilfar:

Viðkomandi tilfar at brúka í samband við trivnaðararbeiðið er:

· Parantesmetoden eftir Helle Rabøl Hansen

· Kat kassin

· Leikarin

· Klassemødet eftir Helle Højby

· Tilfar frá Lions Quest

· Trin for Trin (2, 3 og 4) umframt

· Børnenes 5 kærlighedssprog eftir Gary Chapman og Campbell