Skúlavegleiðing
Skúlavegleiðari, Jeanette Poulsen
Arbeiðið hjá skúlavegleiðaranum hevur til endamáls at stuðla næminginum í at lúka fólkaskúlan, við best náddu úrslitum, og at fyrireika tey til víðari útbúgving. Hetta verður gjørt við m.a. afturvendandi at tosa við næmingarnar, um hvussu og hvat skal til, fyri at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini. Tosað verður eitt nú um, um tey gera skúlating, eta góðan mat, sova nóg nógv, og eisini um vinaløg, ítriv, dreyma arbeiðið og framtíðar útbúgving.
Skúlavegleiðarin byrjar at hjálpa við at halda næmingunum til, frá tí tey ganga í 6. flokki.
Tað áliggur skúlavegleiðaranum at skipa fyri, at næmingarnir í 9. flokki koma út í starvsvenjing, og eisini at skipa fyri kunningarkvøldi fyri skúlavegleiðing frá Miðnámi og Nám X. Til ber hjá øllum at venda sær til skúlavegleiðingina og fáa vegleiðing í útbúgvingarhøpi.