FRÍLOYVI

Les meiri um okkara Privatlívspolitikk her.

Sambært kunngerð er skúlaárið hjá næmingum ásett til 193 skúladagar.

Mentamálaráðið sendir á hvørjum ári skúlunum eitt rundskriv um frítíð og frídagar í fólkaskúlanum.

Flokslærarin hevur heimild til at geva næmingi frí upp til 2 skúladagar. Er talan um longri fráveru, skal leiðsla skúlans geva hetta loyvi.

Treytin, fyri at leiðslan gevur hetta loyvi, er sum meginregla, at foreldrini skrivliga minst eina viku frammanundan hava biðið um frí til næmingin. Tað áliggur foreldrunum at gera avtalu við avvarðandi lærarar um møguligt heimaarbeiði, meðan næmingurin er frá skúla.