Skúlamjólk

Tey, sum ynskja at bíleggja skúlamjólk, verða tit biðin um at tekna barnið fyri mjólk, skjótast gjørligt. Tekning er fyri alt skúlaárið.

Vinarliga gjaldið á konto 9181 - 142.612.7 í Betri banka og viðmerkið navn barnsins og hvørjar dagar, barnið skal hava mjólk.

Gjaldið fyri skúlaárið 2024/2025 fyri hvørt barnið er:

  • 3 dagar um vikuna: kr 300 um árið
  • 4 dagar um vikuna: kr 400 um árið
  • 5 dagar um vikuna: kr 500 um árið

Um tit bíleggja mjólk aftaná 1. sept, verða tit biðin um at senda okkum eina fráboðan á kol@skulin.fo, so vit fáa fylgt tí upp.