Næmingaráð
Næmingaráðið í Kollafjarðar skúla 2023-24
Yngra næmingaráð:
1. fl. Olivia Maria og Rólant
2. fl. Bjarti og Rebekka
3. fl. Arina Elvira og Fríði
4. fl. André og Hendrik
______________
Eldra næmingaráð:
5. fl. Kirsten og Teitur
6. fl. Kristian Svenning og Markus
7. fl. Brá og Jóannes
8. fl. Jastrid og Ørvar
9. fl. Svanna og Rakul
Formaður: Ørvar á Reynatúgvu
Næstformaður: Teitur Johannusen
Skrivari: Svanna Rúnadóttir Stantchev
Viðtøkur fyri næmingaráðið
§ 1
Kollafjarðar skúli hevur tvey næmingaráð, eitt yngra og eitt eldra næmingaráð fyri allar næmingar skúlans.
Endamálið við næmingaráðnum er at virka fyri størri ávirkan hjá næmingunum á egin viðurskifti og fyri góðum, tryggum og mennandi umstøðum at læra og trívast hjá næmingum í Kollafjarðar skúla:
1. at arbeiða fyri, at næmingarnir fáa høvi at varðveita og menna førleikarnar at virka í einum fólkaræðisligum samfelag
2. at umboða og verja áhugamál næminganna í øllum viðkomandi viðurskiftum
3. at styrkja samanhaldið í Kollafjarðar skúla og stimbra til medvit, bæði tá tað snýr seg um læru og trivnað
4. at arbeiða fyri at styrkja samstarvið millum næmingar, lærarar, leiðslu, foreldur og skúlastýri.
Næmingaráðið røkkur endamálinum gjøgnum egið virksemi og samstarvi við AKT læraran.
§ 2
Valbari og valrætt til yngra næmingaráðið í Kollafjarðar skúla hava næmingar í 1., 2., 3. og 4. flokki. og valbari og valrætt til eldra næmingaráðið í Kollafjarðar skúla hava næmingar í 5., 6., 7., 8. og 9. flokki
§ 3
Hvørt næmingaráð hevur tveir limir úr hvørjum flokki.
§ 4
Flokkarnir hava val til næmingaráðið í august/septembur
Valdagurin skal verða fráboðaður í minsta lagi eina viku frammanundan.
§ 5
Á fyrsta næmingaráðsfundi, eftir at næmingaráðið er valt, skipar ráðið seg við formanni, næstformanni. AKT lærarin er skrivari.
Fundir í næmingaráðnum verða hildnir eftir tørvi, tó í minsta lagi 4 um árið. Allir næmingar skúlans kunnu seta fram uppskot til skrá.
Fundir í næmingaráðnum verða hildnir í skúlatíð. Tryggjast má, at fundirnir ikki altíð raka somu undirvísingartímar.
Næmingaráðið er viðtøkuført, tá ið helvtin av limunum eru møttir á fundi. Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum, er formansins atkvøða avgerðandi.
Um ein næmingaráðslimur ynskir tað, kann hesin krevja, at tað skal atkvøðast skrivliga í næmingaráðnum. Er talan um at velja persónligt umboð til eitthvørt, verður altíð atkvøtt skrivliga.
Frágreiðing verður skrivað frá fundinum, og latin ábyrgdarlærara at leggja út á heimasíðu/ KOL-L
Við endan av hvørjum skúlaári, skipar næmingaráðið fyri fundi fyri øllum næmingum skúlans. Har verður frágreiðing frá formanninum løgd fram og mál sum viðvíkja øllum næmingum skúlans kunnu verða sett á skrá.
§ 6
Viðtøkurnar kunnu bert broytast, um 2/3 av næmingaráðslimunum eru møttir á fundi, og bert um 2/3 av teimum møttu atkvøða fyri hesum. Uppskot til viðtøkubroytingar skulu vera sent øllum næmingaráðslimunum í minsta lagi 1 viku undan fundinum.
§ 7
Broytingar eru samtyktar á næmingaráðsfundi tann 27.09.2022 og koma í gildi beinanvegin.